Ætlar Fiskirannsóknarstovan at blanda seg uppí, hvat fólk gera í frítíðini?
Hendan spurningin hava lesarar sett sær aftaná at tey hava lisið eina lýsing frá Fiskirannsóknarstovuni í bløðunum í farnu viku.
Tá lýsti Fiskirannsóknarstovan eftir fólki at taka royndir av fiski, sum varð avreiddur í Suðuroynni.
Gjørt varð vart við, at talan var bara um eitt parttíðarstarv, men umsøkjarar skuldu helst ikki hava annað arbeiði.
Á fiskirannsóknarstovuni sigur Søren Sørensen, at sjálvandi fer Fiskirannsóknarstovan ikki at leggja seg út í, hvat fólk gera í frítíðini.
-Talan er neyvan um meiri enn eitt ¼ starv. Men trupulleikin er, at tann, sum verður settur, skal vera tøkur, tá ið bátar avreiða og tað kann vera nær sum helst.
Hann heldur, at lýsingin kundi kanska verið orðað øðrvísi, tí um umsøkjari hevur arbeiði, sum hann altíð kann fara frá, fer Fiskirannsóknarstovan sjálvsagt ikki at leggja seg út í tað.
Grundarlagið undir stovnsrøkt
Søren Sørensen sigur annars, at hetta arbeiðið, at taka royndir av avreiðingum, er ein partur av grundarlagnum undir stovnsmetingunum hjá Fiskirannsóknarstovan.
Talan er um at taka stakroyndir av avreiðingum. Longdin á fiskinum skal mátast og fiskurin skal vigast. Somuleiðis skulu nitrur takast fyri at staðfesta aldurin. Á Kongafiski verður tó bara kannað eftir, hvussu stórur hann er, og, hvat kyn hann er.