Skal ikki tálma tónleikinum

Sørvágur: “Tálmar” kallast nýtt felag, sum skal skipa fyri tónleika- og mentanartiltøkum og øðrum virksemi í hesum sambandi.

Felagið varð stovnað í farna mánaði við Poul Arna Jacobsen í Sørvági sum stjóra og Mariu Samson Christensen sum nevndarformanni.

Stovnarar eru Flogfelag Føroya, West Tech og Handilsvirkið Niclasen, og er partapeningurin 80.000 krónur.

Sambært Business-line sita hesi í nevndini: Maria Samson Christensen, Jákup á Stongum, Thordis Skaalum, Edward Niclasen og Poul Arne Jacobsen.