Skal ikki koma fyri

Formaðurin í B36, Kjartan Mohr, er ógvuliga harmur um, at spæliloyvið hjá Eyðuni Højgaard ikki var komið upp á pláss.

Tað var ein ógvuliga harmur formaður í B36, sum vit fingu fatur á hósmorgunin. Kjartan Mohr sigur, at tað er ein reint menniskjansligur feilur, sum tó ikki eigur at koma fyri, at spæliloyvið hjá Eyðuni Højgaard ikki var komið í rættlag.

Ikki roynt at snýta nakran
Kjartan Mohr sigur, at B36 hevur ikki roynt at snýta nakran, men at talan er um ein reint umsitingarligan feil, ið nú kann vísa seg at hava álvarasligar fylgjur fyri felagið.
- Sjálvsagt skal málið ganga sína gongd, men eg haldi, at tað hevði verið ógvuliga harmiligt, um tað fer at fáa ítróttarligar fylgjur, sigur Kjartan Mohr.
Formaðurin í B36 heldur, at rættast hevði verið, um B36 og KÍ fingu eina nøs ella eina bót fyri tilburðin, heldur enn at feløgini verða revsað ítróttarliga.