Skal ikki brúkast til børn og ung at spæla á

Tað plagar at vera gravgangur eftir gomlum graslíki, men skúlar og barnagarðar fara ikki at fáa gleði av, at nýtt graslíki verður lagt á Ovaravøll í Gundadali

Tá ið graslíki verður skift á einum fótbóltsvølli, plaga tað at vera gravgangur eftir at fáa tað gamla graslíki til plenur til børn og ung at spæla á.

Og nú Tórshavnar Býráð hevur samtykt at leggja nýtt graslíki á Ovaravøll í Gundadali, eru tað kanska onkur, sum síggja sær ein møguleika at fáa burtur av tí gamla graslíkinum til eina plenu til børn og ung at spæla á.

https://www.in.fo/news-detail/news/nu-verdur-allur-gundadalur-spildurnyggjur/LES MEIRI HER: Nú verður allur Gundadalur spildurbýggjur

Og tá ið býráðið samtykti at skifta graslíki út, varð hesin spurningurin umrøddur – men niðurstøðan er, at tað loysir seg ikki hjá nøkrum at vera væntin.

Tá ið býráðið samtykti a leggja nýtt graslíki á Ovaravøll, helt Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, fyri, at tað eigur at bera til at brúka graslíki, sum verður tikið av, aftur.

Børn og ung hava spælt á tí ímeðan tað hevur ligið á Ovaravølli, og tað eigur at bera til at endurnýta tað til plenur í barnagørðum, og aðrastaðni, helt hann.

Men Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur ta púra avgjørdur støðu, at graslíki skal ikki brúkast aftur.

– Tað skal burturbeinast, og tað ongantíð ov skjótt, staðfesti hann. Bæði hann, og aðrir býráðslimir, vístu á, at graslíki er ikki serliga umhvørvisvinarligt, tí tað er fult í gummikúlum.

Heðin Mortensen segði, at tað eru kanska eini 20 tons av gummikúlum í Ovaravølli og verður graslíki lagt á plenur í barnagørðum og á spæliplássum, fara hesar smáu gummikúlurnar at síggjast aftur um alla kommununa, heldur hann.

– Vit kunnu ikki geva børnum plenur, sum eru fullar av gummikúlum, at spæla á, staðfesti Bjørg Dam, sum eisini er býráðslimur fyri Javnaðarflokkin.

Samstundis vísir borgarstjórin á, at tað er at kalla ov gjørligt at súgva alt upp úr vøllinum og tað hevði eisini seinkað arbeiðnum at leggja nýtt graslíki á.

Tí ger hann greitt, at tað gamla graslíki á Ovaravølli skal pakkast í bingjur og sendast av landinum sum skjótast, har tað so kann verða burturbeint eftir forskriftunum.

Annars varð eisini upplýst á býráðsfundinum, at arbeitt verður við at seta tiltøk í verk at forða fyri, at gummikúlurnar í graslíkisvøllunum enda í náttúruni, ella í spillvatninum.

Ein loysn er at gera eina rennu rundan um vøllin við rist í, sum skaæ  forða fyri, at gummikúlur á vøllinum enda í náttúruni. Tað er ein loysn, sum verður sett í verk, nú graslíki á teimum trimum vøllunum í Gundadali, verður skift, varð sagt á býráðsfundinum.