Skal hetta verða støðið

Jógvan við Keldu
----

Havi hug at siga, at um høvuðsstaðarumboðini,
Jensen, Nielsen og Persson o.o. á hesum bógvi,
skulu leggja støðið, eru Føroyar sera illa staddar

Tá Mogens Glistrup fyri 40 árum síðani endavendi politisku líkasæluni í Danmark, bæði vinstra- og høgraflokkunum, tók hann til: “Fyrr vóru fá í vogninum, meðan mong koyrdu á. Tað er broytt: nú eru mong í vogninum, men fá draga, tað er ein trupulleiki”! - Nakað átøkt Føroyum.

Hetta kom eg at hugsa um, nú tað kom í ljósmála, at kringvarpsstjórin hevur sagt seg úr starvi, fyri at taka við øðrum starvi í Keypmannahavn. Um sama mundið fullu ótespiligu dundurtalurnar frá høvundunum Carl J. Jensen, Jóannes Nielsen og sjónleikaranum Bárði Persson, sum onki spardu, men niðurgjørdu okkara politikarar og flestu føroyingar, tað verður seg vinnuna og “samsvíkar”, sum ikki vóru so fáir í tali.

Gvaggandi dunnuhylurin
Sjálvsagt spyr vanligi føroyingurin – ja, eg brúki orðið vanligi føroyingurin – skal hetta verða støðið í framtíðini. – Verður hetta tað, høvuðsstaðurin fer at borðreiða við, nú peningur dragnar til almennu ovurnýtsluna, sum hevur verið innsprænd frá vinnulívi, sjófólki og arbeiðsfólki? Er hetta nú hylurin við “gvaggandi dunnum”, sum ikki hava sæð veruleikan, og sum H. C. Andersen so væl lívgevur, “ sum ikki hyggja út um hegnið”. – Nei, Føroyar hava brúk fyri búskaparvøkstri, eisini so hesir kunnu liva.

Setti mær tí spurningin, nú tíðum verður meylað um: “Fólkið rímir av landinum”, og lesandi kenna seg so illa viðfarin, “tí tey ikki kunnu koma heim til Føroya uttan alment starv er tøkt, ella beint í ALS-skipanina”. Síggið fyri tykkum t.d. vinnulívsmenninar Hansen, Jacobsen, Mortensen, Rasmussen og aftur Jacobsen, fyri at taka dømi burtur úr rúgvuni, gjørdu greitt, at “nú flyta vit av landinum”. Hesir høvdu verið vælkomnir í øllum londum uttan um okkum sum hegnismenn, har smáborgarligheitin ikki er í hásæti.
Skal hetta verða framtíðin
Hugsið tykkum til, hvørjum skuldu so Nielsen, Jensen, Persson o.l., liva av, og uppaftur verri, um hesir skuldu tikið yvir, ella fyri alt tað droymarahugsanina, hjá øðrum kendum manni, sum ikki skilir, at hann við fjølskyldu ikki fær í kassan 50túsund krónur í tilfeingisgjaldi, og fyri at gera skommina fullkomna, at borgaragoldna hámentanin, Útvarp Føroya, tók hetta upp í fullum álvara. - Er hetta okkara framtíð!

Sigi bara, um hesi høvuðsstaðar-umboð, Jensen, Nielsen og Persson o.o. á hesum bógvi, fara at leggja støðið, eru Føroyar illa staddar.