Skal hava innlit í sendiflatuna

Við at kenna sendiflatuna hjá Kringvarpinum skal privata felagið kunna selja fleiri lýsingar og sponsorat

Eirikur Lindenskov

Privata partafelagið, sum skal selja lýsingar og spon­so­rat fyri almenna Kring­varpið, skal hava møguleika at inn­heinta upplýsigar um tilfar í Kring­varp­inum frá ymsu deild­unum á stovn­inum, pro­gramm, um­sit­ing og sam­skip­ara.
Tað stendur í fylgiskjali 1 til av­taluna mill­um Kring­varp­ið og Sp/F Pro­gress.
Har verður dentur lagdur á, at ar­beiðið skal byggja á góð­an keyp­mans­skap og vera eftir markn­að­ar­før­­ings­lóg­ini. Sagt verð­ur eis­ini, at regluligir fund­ir skulu vera millum stjór­an í Sp/F Pro­gress og sam­skip­ar­­aran í Kring­varp­i­num, har upp­fylg­ing av ar­beið­­i­num verður lýst, og har støð­a verður tikin til møgulig ivamál.
– Deildarleiðararnir skulu hava upplýsingar um ­fram­tíð­ar send­ing­ar, sum kunnu vera við í einum lang­tíðar stra­teg­isk­um søl­u­ar­beiði, stend­u­r í avtaluni.
Tað er ikki í stríð við Kring­­varps­lóg­ina, at Kring­var­p­ið sel­ur spon­s­o­r­at til all­ar send­ing­ar, alt frá morg­un­­lestri og guds­tæn­ast­um til nátt­ar­­rás­ina.
Tað stendur beinleiðis í grein 8 í Kring­varps­lóg­ini, at virk­semið hjá stovn­i­num verð­ur fíggjað við kring­varps­gjaldi, kunn­gerð­ar- og lýs­­ing­ar­inn­tøk­um spon­sor­er­i­ng og øðrum virksemi, sum er knýtt at uppgávum stovns­ins.
Einasta beinleiðis av­mark­ing í so máta er, at Kring­varp Før­oya ikki hevur loyvi til at selja lýsingar á netmiðlum stovn­ins.
Men tað stendur eisini í Kring­varps­lógini, at virk­semi hjá stovn­i­num kann eisini verða fíggjað við játtan á løg­tings­fíggjarlógini, men hetta er ikki politiski viljin.