Hvat ætlar landsstýrið at gera við teir bygningar kring landið, sum eru friðaðir. Tað skal Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, nú greiða frá
Tað er Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum vil hava eina frágreiðing frá honum um hesi viðurskifti.
Í hesum sambandi vil Løgtingsmaðurin hava at vita um Jenis av Rana hevur nakra ætlan um, hvat skal gerast við friðaðar bygningar í Kirkjubø, úti í Koltri, umframt við prestagarðin í Sandagerði og aðrastaðni.
Hann vil eisini hava landsstýrismannin at greiða frá, um aðrir bygningar eru kring landið, sum talan er um at friða.
Tað eru nógvir bygningar kring landið, sum eru friðaðir, men tað er ikki altíð, at teir verða so væl hildnir og tí skal Jenis av Rana eisini greiða frá, um eftirlit er við friðingini, og við, hvussu hesir søguligu bygningarnir, sum eru ogn Føroya fólks, verða hildnir.
Somuleiðis skal landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu hann ætlar at stuðla søvnum og bygningum kring landið, sum lýsa og varðveita siðsøgu og mentanararv okkara.
Somuleiðis er ætlanin at gera eina heildarætlan fyri friðaðu fornminnini í Kirkjubø.
– Spurningurin er, hvussu langt henda heildarætlan er komin, hvørjar partar av Kirkjubø hon umfatar og um peningur er settur av til hesa verkætlan, so hon kann fremjast, sigur Heðin Mortensen.