Skal giftast fyri 13. ferð

Kongurin í Swazilandi skal aftur giftast. Frammanundan hevur hann 12 konur

Tann 36 ára gamli kongurin í Swazilandi, Mswati 3., er kendur fyri at hóreiggja sær sum eitt oyðsl, sjálvt um land hansara er eitt tað fátækasta í øllum Afrika. Herfyri kunngjørdi hann, at hann ætlar sær at byggja teimum tólv konunum hvør sína borg, og fyrr í ár ætlaði hann at keypa sær eitt flogfar fyri góðar 300 milliónir krónur. Tann ætlanin var kortini av ongum.
Nú hevur hann ístaðin fyri gjørt av at fáa sær eina konu aftur at teimum 12, sum hann hevur. Hon er bert 16 ára gomul og hevur fyrr tikið lut í einari vakurleikakapping, skrivar The Independent.
Men hann hevur til at breða. Alment hevði pápi hansara 120 konur, men tey flestu vilja vera við, at tær vóru væl fleiri enn tað.