Skal gera frásøgn frá fyrsta teinunum

Anders Legarth Schmidt er tíðindamaður á Politiken, hann skal vera við fyrsta teinin á Galathea 3 rannsóknarferðini hjá Vædderen.

Uppgávan hjá Anders Legarth Schmidt verður at siga frá, hvat hendir umborð á skipinum, og um tær vísundaligu kanningarnar og uppdagingarnar, sum vera gjørdar á ferðini.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


Hann skal skriva tíðindi og reportagur til net avísina og til blaðið hjá Politiken og gera eina dagliga videodagbók frá ferðini. Eisini ætlar hann at greiða frá um hvussu lívið er umborð á skipinum.<o:p></o:p>

Anders Legarth Schmidt er komin til Føroya, men tí skipið er seinkað, væntar hann, at hann skal til Stavanger í dag, og fara umborð á Vædderen har. Hann skal vera við á ferðini úr Stavanger til Føroya og víðari til Grønlands, har tey skulu sigla framvið vesturstrondini á Grønlandi. Anders Legarth Schmidt verður umborð inntil 8. septembur, tá hann fer í land í Nuuk.