Skal fyrst og fremst gerast her

Vit kunnu styrkja um arbeiðið, at verja føroyska siðarvin, við at knýta okkum at stovnum sum UNESCO

Í gjár fekk Mentamálaráðið eina áheitan um at seta í verk verju av siðarvi sambært UNESCO ásetingum.

 

Tað er føroyska UNESCO nevndin, sum hevur orðað áheitanina og lat hana upp í hendurnar á Bjørn Kalsø, Mentamálaráðharra, í gjár.

 

UNESCO er ein heimsumfevnandi stovnur undir Sameindu Tjóðum, sum varðar av útbúgving, gransking og mentan.

 

Ein av kendu ásetingunum úr UNESCO, er sonevndi World Heritage List - ein vernd av heimsins siðaarvi og lutum.

 

Í hesum førinum, verður havt í huga føroyska dansin og kvæðini, bátasmíð, virking av ull og siðir, ið eru knýttur at føroyska matinum.

 

Andras Mortensen er stjóri á Søvnum landsins, og partur av føroysku UNESCO nevndini. Hann var gestur í tíðindunum á Rás 2 í dag, og greiddi frá týdningin av UNESCO-ásetingunum.

 

Trýst á pílin undir myndini, fyri at lurta eftir samrøðuni við Andras Mortensen.