Ein ungur maður skal nú í fongsul í 30 dagar fyri at smugla hassj til Føroya.
Maðurin varð ákærdur fyri at hava fjalt 126,9 gramm av hassji innvortis, tá ið hann kom til Føroya við flogfarinum úr Danmark fyrr í vikuni.
Hann varð tikin, tá ið hann kom til Føroya og dømdur at sita í varðhaldi, og síðani hevur løgreglan lagt hald á hassjið, hann hevur avreitt í pottin á løgreglustøðini.
Hassjið hevði hann keypt á Christiania í Keypmannahavn og hann ætlaði at roykja tað sjálvur, og at geva vinum og kenningum burturav, tá ið tey ballaðust.
Hann viðgekk seg sekan og tí tók tað bara nakrar minuttir at avgreiða rættarmálið.
Hann er áður revsaður fyri at bróta lógina um rúsevni. Í 2011 fekk hann 2000 krónur í bót í Danmark fyri at hava hassj uppi á sær og aftur í 2014 fekk hann 2000 krónur í bót í Føroyum fyri at hava amfetamin uppi á sær.
Tí helt ákærin, at hann skuldi hava eina fongsulsrevsing upp á 30 dagar, tí tað er bæði skerpandi, at hann er revsaður áður, og at hann ætlaði at lata øðrum burturav.
Verjin hjá manninum helt ikki, at nakar týdningur átti at verðið lagdur í bøturnar, og hann helt eisini, at tað var stórur munur at lata burturav og at selja burturav. Tí eigur revsingin at vera nógv linari.
Sjálvur lovaði tann ákærdi maðurin, at slapp hann undan at sita, skuldi hann aldrin gera tað aftur.
Men dómarin helt, at hetta var eitt heilt vanligt mál um rúsevni, og í slíkum førum liggja revsingarnar í rættiliga føstum karmum.
Tí varð maðurin dømdur at sita í 30 dagar.
Men dómarin helt kortini, at hóast hann noyddist í fongsul átti hann at hildið fast við lyftið um aldrin at gera tað aftur.