21 ára gamli maðurin, sum seinastu dagarnar hevur verið í nevningatingi í Føroya Rætti varð í dag dømgur fimm ára fongsulsrevsing. Tað er fyri at hava neyðtikið tvær kvinnur og fyri at hava havt kynsligt samband við tríggjar gentur, sum eru undir 15 ár. Hann er eisini dømdur fyri at hava givið gentunum rúsevni.
Hann skal eisini rinda ofrunum 190.000 krónur í endurgjaldi.
Tann dømdi umhugsar nú, um hann skal skjóta dómin inn fyri landsrættin.