Skal Føroya Landsstýrið lata 300 mio í stuðli til »Wonderland« ætlanina?

Byggiætlanin

Tey flestu blíva ikki sørt ørkymlað, tá tey síggja nýggju kollveltandi verkætlanina uppi við Stórutjørn, klakt í høvdinum á hesum nýggja matadorinum og fíggjarflogvitinum, Jákupi á Dul Jacobsen.
Mong er sjónarmiðini um hesa verkætlan. Onkur sigur genial, kreativ og full av framtíðarvisiónum.
Onnur finnast at sjálvari byggiætlanini og siga, at hetta er betongslum, sum ikki hóskar inn í føroyska bústaðarmynstrið og heimliga umhvørvi.
Hetta kjak millum viðhalds- og mótstøðufólk av ætlanini skal ikki vera umrøðuevni í hesi grein.

Søla av 300.000 m 2
Tað sum mest av øllum undrar er, at onkur ikki hevur tikið spurningin um sølu av heilum 300.000
fermetrunum av virðismiklari almennari ogn í høvuðsstaðnum upp til politiska viðgerð.
Politiska skipanin hevur eftir øllum at døma valt at blunda og tiga um henda spurning, meðan verkætlanin sjálv verður hálovað og róst upp um skíggja av bæði býráðs- og løgtingslimum.
Sum tað skilst á Heðin Mortensen, borgarstjóra, so er ætlanin uttan víðari at selja 300.000 fermetrar av bestu og mest høgliga liggandi jørð í landinum til byggilendi fyri ein láturligan og mest sum symbolskan prís upp á kr. 54,00 pr. fermeturin. Hetta gevur eina samlaða inntøku til Føroya Landsstýri og Føroya fólk upp á kr. 16.200.000,00. Góðar sekstanmilliónir tað er alt! Samstundis vita vit, at lendi til bygging í Tórshavnar Kommunu í dagsprísum fer væl upp um kr. 1.000 pr. m 2. T. d. hevur Tórshavnar Kommua sjálv júst selt eina trøð upp á umleið 11.000 fermetrar við Velbastaðvegin fyri góðar 11 mio kr. Skuldi jørðin í Hoyvíkshaganum verið seld fyri sama virði og ikki eitt kunstiga lágt virði, ja so gav hon 300 mio kr í landskassan ella svarandi til t. d alt hallið á fíggjarlógini.

Undirprísur?
Kann tað almenna veruliga loyva, at jørðin á henda hátt verður givin burtur til ávísar útvaldar persónar, sum seinni kunnu heysta profittin av tí meirvirði, sum jørðin hevur longu í samband við søluna, kundi hóskandi verið spurt. Nei, vit kunnu heilt einfalt ikki forsvara ein slíkan handil (forering) mótvegis hart kroysta skattaborgaranum, sum jú eisini skal fíggja tann miss, sum tað tað almenna her kann staðfesta uppá 300 mio kr. - 16 mio kr. ella 284 mio kr. Onga aðrastaðni er at fara eftir pengnum!
Hetta kann jú samanberast við, at ein bygningur hjá tí almenna knappliga var seldur fyri ca. 5% av veruliga virðinum til onkran tilvildarligan persón, uttan at bygningurin var bjóðaður út til fría sølu.
Tað hevði nokk verið eitt ramaskríggj millum fólk og politikarar, um t.d. Albert Hall var selt fyri t. d. 2 mio kr. ella 5% av virðinum, um vit t.d. seta hetta til 40 mio kr. Hetta hevði ogin funnið seg í.
Men hvat er munurin _ hann er ongin! Og um tað er Albert Hall, ferðamannaskipið Smyril ella jørð í Hoyvíkshaganum, sum ikki verður útboðin og seld fyri undirprís, er eitt og tað sama!

Útboð av almennari jørð!
Tað almenna kann heilt einfalt ikki loyva sær, at geva borgarans ogn burtur, tá hetta er partur av hansara virðum og rættindum, sum tað almenna hevur eina treytaleysa skyldu til at røkja bæði skynsaman og forsvarligan hátt.
Støðan er tann, at almenna jørðin, serstakliga runt um høvuðsstaðin, blívur bara meira og meira verd fyri hvønn dag sum gongur.
Tískil má tað almenna nú leggja á fullkomuliga annan bógv í samband við sølu av almennari jørð.
Jørðin eigur sostatt í útgangsstøðinum at bjóðast út, eins og almennu fyritøkurnar, sum nú skulu privatiserast. Skattaborgarin hevur væl saktans sama krav at mest burtu úr, tá tað snýr seg um jørð sum tá tað snýr seg um almenn partabrøv - ella hvar er munurin? Hann er í hvussu er ringur at fáa eyga á!
Peningurinn fyri festijørðina eigur at fara beinleiðis í landskassan. Gamla mynstrið við festikonti, er tíðin langt síðan farin frá. Bóndin má fáa endurgjald fyri mistar inntøkumøguleikar á annan hátt, tá søluprísurin fyri jørðini í slíkum førum als ikki stendur mát við landbúnaðarligu skerjingarnar og og staðfesta inntøkumissin.
Almenni sølupolitikkurin endurskoðast ?
Vónandi fatar politska skipanin álvarsemi í hesum máli, soleiðis at Búnaðarstovan kann endurskoða sín antikvariska sølupolitikk. Endamálið má vera at fyribyrgja, at almenn virði fyri 100 tals milliónur fyrilitarleyst verður givin burtur. Tað hava vit heilt einfalt ikki ráð til. Farast má burtur frá følskum og kunstigum lágum prísum tilvildarliga ásettir av umsitingini uttan atlit til veruleikan.
Hetta er eisini fullkomuliga órímuligt og botnórættvíst mótvegis øllum teimum borgarum her í landinum, sum av tilvild ikki standa til at fáa festijørð til keyps. Hví skulu nøkur vera noydd til at rinda vanligan prís fyri at ognast jørð til byggilendi, meðan onnur fáa hetta mest sum fyri onki. Tað kann ikki vera rætt!