Atli Hansen
Gøtu 01.10.01
Einaferð í summar ilskaðist landsstýrismaðurin í heilsu- og almannamálum nógv inn á verkamannafeløgini, tí tey dittaðu sær at at hava eina kritiska meining um tað eftirlønaruppskotið, sum var væntandi úr landsstýrinum. Landstýrismaðurin helt, at eingin kundi hava nakra meining um hetta, tí einki varð komið út um, hvat tað snúði seg um. Onkur annar helt, at kanska var einki at hava nakra meining um yvirhøvur.
Men verkamannafeløgini høvdu fingið frænir av, at uppskotið úr heilsu- og almannastýrinum helst fór at vera ein uppafturtøka av einum gomlum uppskoti frá Fólkaflokkinum og hesum mótmæltu tey hvassliga. Og helst hevur snevilin verið í lagi hjá Ingeborg Vinther & Co.
Á ferð í Danmark í farnu viku kundi eg í bløðum har lesa um, hvat hetta snúði seg um og nú eisini heimafturkomin á tekstvarpinum hjá DR 1 og DR 2. Men havi enn einki sæð í okkara egnu miðlum.
Undir yvirskriftini "Færøerne afskaffer folkepensionen" fáa vit at vita, at landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum (hetta skal helst vera heilsu- og almannamálum) síðst í oktober fer at leggja fram uppskot í løgtinginum um avtøku av fólkapensiónini og í staðin at innføra eitt avgjald upp á 10 % av øllum arbeiðsinntøkum til fígging av einari eftirlønarskipan.
Tann fólkapensiónsskipan, sum varð gjørd í 1958, man ver ein tann størsti og mest týðandi steinur, íð lagdur hevur verið undir okkara vælferðarsamfelag. Bert spell, at hesin steinur eisini skuldi gerast tann ringast røkti í hesi skipan. Men bert tað, at hann er illa røktur, er ikki nóg sannførandi grundgeving fyri at taka hann burtur úr skipanini aftur.
Fólkapensiónin er ein solidarisk skipan, sum uttan mun til okkara gjaldførleikar í abeiðslívinum letur okkum øllum ta somu trygd útaftur, tá íð vit einaferð gevast at arbeiða og fara inn í okkara 3. aldur. Hetta er ein góð og einfald skipan, sum verður fíggjað yvir okkara skatt, men tíverri hevur upphæddin ikki verið dagførd og tí tikist tað møtimikið at fara undir hesa dagføring í einum. Men landið hevur møguleika fyri hesum nú og eigur hetta tí at verða álvarsliga umhugsað.
Í uppskoti til fíggjarlóg fyri ár 2002 er avsett 335 mió. kr. til fólkapensión. Henda upphædd gevur í meðal til hvønn fólkapensiónist uml. kr. 4.600 um mánaðan ella uml. kr. 55.000 um ári. Hetta er alt ov lítið. Ein fólkapensiónistur eigur sum minimum at fáa kr. 100.000 um ári. Hetta krevur, at vit avseta uml. 265 mió. kr. meira ella íalt kr. 600 mió. á fíggjarlógina til fólkapensiónsendamál. Sambandsflokkurin hevur fyrr víst á, hvussu vit kunnu finna uml. 70 mió. kr. Restin er minni enn ein triðjingur av teimum yvirskotum, sum 3 tey seinastu árini eru beind av vegnum til fullveldisendamál, so tað eigur ikki at vera nakar trupulleiki at finna peningin.
Fólkapensiónin eigur ikki at vera rørd sum skipan, men harafturímóti at verða styrkt við játtan til størri útgjald, sum skal vera tað sama fyri øll - uml. kr. 100.000 um ári til hvønn + dýrtíðarviðbót.
Hevur onkur hug og møguleika fyri at tryggja seg út yvir eina sámuliga fólkapensión, so skal tað sjálvandi vera einum hvørjum frítt og helst eigur samfelagið at spæla við her við lagaligum treytum.