Fimmarin, sum er umboðaður av niðanfyristandi fakfeløgum
Ergoterapeutfelagið
Føroyskir Fysioterapeutar
Bioanalytikarafelagið
Ljósmøðrafelag Føroya
Kost- og føðslufelag Føroya
Almanna- og heilsurøktarafelagið varpar í viðmerking í bløðunum ljós á hendan spurningin. Hesin problematikkur er viðkomandi fyri nógvar aðrar fakbólkar í føroyska heilsuverkinum.
Sjúkrarøktarfrøðingar eru sum er leiðarir á at kalla øllum økjum innanfyri heilsuverkið eisini hjá øðrum fakbólkum, tvs. tær eru sum fakbólkur longu yvirumboðaður viðvíkjandi møguleika fyri at hava ávirkan innan heilsuverkið.
Tað er avgerðandi fyri eina góða tænastu innan heilsuverkið, at dentur verður lagdur á fakligt fjølbroytni. Tí er tað týdningarmikið, at fleiri faklig sjónarmið eru umboðað, tá framtíðarætlanir verða lagdar innan heilsuverkið.
Sum forkvinnan í Almanna- og heilsurøktarafelagnum eisini ger vart við, hevur forkvinnan í Sjúkrarøktarafelagnum, í sínum útsøgnum higartil víst lítla virðing fyri øðrum fakbólkum innan heilsuverkið. Hettar eru tíverri eisini okkara royndir.
Út frá omanfyristandandi kunnu vit í nógvum førum taka undir við sjónarmiðunum hjá forkvinnuni í Almanna-og heilsurøktarafelagnum og vilja vit somuleiðis heita á tey, ið varða av heilsuverkinum, um at loyva øðrum viðkomandi fakólkum at vera við í tilrættisleggjanini av heilsverkinum. Bert soleiðis tryggja vit, at allar eindir í føroyska heilsuverkinum fáa best hóskandi fakbólkar í starv, so at tilfeingið verður nýtt á skilabestan hátt.
Jákupsstova 6. apríl 2006