Skal tað vera eitt krav, at fólk, sum eiga hús úti á Reyni, SKULU búgva í teimum? Tað er ein spurningur, sum Tórshavnar Býráð fer at umrøða í kvøld.
Tað er stór ósemja í býráðnum um málið og tað hevur verið viðgjørt nakrar ferðir áður. Og í oktober samtykti Tekniska nevnd at biðja umsitingina kanna tey løgfrøðiligu viðurskiftini í samband við at krevja bústaðarskyldu úti á Reyni og í miðbýnum.
Somuleiðis heitti nevndin á fíggjarnevndina um at seta bústaðarskyldu á hús, sum kommunan sjálv selir í miðbýnum.
Síðani er greitt, at tað krevst lógarheimild frá til at krevja bústaðarskyldu á Reyni. Og beint fyri jól samtykti ein meiriluti í teknisku nevnd, nevniliga Elin Lindenskov, Sigrún Mohr, Helena Dam á Neystabø og Marin Katrina Frýdal, býráðnum til at heita á landsstýrið um at útvega kommununum lógarheimild at seta krav um bústaðarskyldu.
Men nú hevur ein meiriluti í Fíggjarnevndin, Tróndur Sigurðsson, Sjúrður Olsen og Annfinn Brekkstein mælt býráðnum frá at heita á landsstýrið um at útvega kommununi lógarheimild at seta krav um bústaðarskyldu.
Meirilutin mælir somuleiðis býráðnum frá at seta bústaðarskyldu á hús, sum kommunan sjálv selir í miðbýnum. Og nú fær so býráðið høvi at viðgera málið einaferð afturat.
|










