Skal bummgjaldið í Vágatunlinum avtakast ella ikki, nú tunnilin skjótt verður útgoldin.
Tað vil Eivin Jacobsen, tingmaður, nú hava greitt av vita frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.
Hann sigur, at tá ið farið varð undir tunnilin, var almenna fatanin, at talan var bara um, at sjálvt lánið skuldi gjaldast aftur við bummpengum.
Men síðani er komið fram, at innskotið til landskassan skal eisini rindast aftur við bummgjaldi.
Og nú vil Eivin Jacobsen hava at vita frá landsstýrismanninum, hvussu verður við bummgjaldinum og um tað skal brúkast til at rinda lánið aftur við, ella um tað eisini skal brúkast til at rinda innskotið hjá landskassanum aftur við.
Er tað bara lánið, sum skal rindast við bummgjaldi, er tað so yvirhøvur heimild í lógini at krevja bummgjald, eftir at tey eru útgoldin, spyr hann.
Men er heimild er í lóguni at krevja bummgjald, eftir, at tunnulin er útgoldin, hvørjum leisti skal tað so gerast eftir, vil Eivind Jacobsen hava at vita.
- Kann roknast við, at bummgjaldið verður strikað, tá tunnilin er útgoldin ella skal eitt ávíst gjald framhaldandi krevjast til rakstur og viðlíkahald av tunlinum, er ein spurningur, Jørgen Niclasen skal svara.
Sama, hvør áskoðanin er á bummgjald, er tað at gera mun á borgarum, at krevja, at allur kostnaðurin skal gjaldast aftur, heldur tingmaðurin
Men hann heldur eisini, at nú tíðin nærkast, har at lánini verða útgoldin, hevur borgarin og vinnulívið rætt at vita, hvat hendur við bummgjaldinum.
|