Kappingin í flogbólti hjá kvinnunum er nú komin so langt, at bara eitt umfar er eftir. Fyrsti dysturin av teimum síðstu fýra verður í Kollafirði í kvøld, tá KÍF tekur ímóti ÍF.
Hvørki KÍF ella ÍF kann flyta nakran serligan veg á stigatalvuni, so hetta er bara ein av dystunum, ið skal fáast frá hondini.
Hinir tríggir dystirnir verða spældir sunnudagin, og tá snýr tað seg bara um, um Fleyr ella Mjølnir skal enda ovast í landskappingini.