Skal bara sita tríggjar mánaðir aftrat

Ákæruvaldið kravdi mannin, sum stakk varafútan, dømdan fongsul í hálvt triðja ár. Dómarin segði hálvt annað ár

42 ára gamli maðurin, sum í mai mánaði í fjør varð varðhaldsfonslaður, eftir at hava stungið varafútan í lærið, læt ikki við seg koma, tá ið dómurin varð sagdur mikudagin.
Hann varð ákærdur fyri hóttanir, fyri brot á vápnalógina og fyri at hava skotið. Nakað av hassji varð hann tikin fyri at royna at smuugla til Føroya, og haraftrat hevði hann elt og seinni stungið varafútan í lærið.
Maðurin varð funnin ekur í at hava latið trý skot av náttina 28. februar 2009. Eitt av skotunum fór móti staðnum, har ein maður stóð, men hesin var ongantíð í lívsvanda, tí ein stálveggur var fyri. Tann maðurin hevði tó allar grundir fyri at óttast fyri lívið sínum.
Dómarin helt ikki, at tann 42 ára gamli maðurin kundi dømast fyri hóttanir í hesum sambandi, og hin maðurin fekk ikki tær 50.000 krónurnar, sum hann kravdi fyri tort.

Væl lagt til rættis
Upp aftur álvarsligari var ákæran fyri at hava stungið varafútan í lærið. Dómarin segði í viðmerkingunum, at prógv vórðu fingin fyri, hvussu væl henda atsókn var løgd til rættis, eitt nú við at keypa knív at brúka til endamálið.
Eitt kvøldið var hann farin aftaná varafútanum í Norðurlandahúsið. Í grundlógarhoyrinum segði tann ákærdi maðurin, at hann tá hevði havt knívin við seg, men hesa frágreiðing broytti hann í rættinum, og hann varð frídømdur fyri hetta.
Tað, hann gjørdi móti varafútanum uttan fyri Dómhúsið, viðgekk hann fult og heilt.
Dómarin bygdi dómin eisini á, at hetta var eitt álop á fólk í almennari tænastu.
Ákærin kravdi mannin fongslaðan í tvey og eitt hálvt ár, men dómurin var hálvt annað ár.

Umhugsa dómin
Hvørki tann dømdi ella ákæruvaldið tók við dóminum beinanvein. Báðir partar hava tvær vikur at umhugsa seg í, um dómurin skal kærast til landsrættin.
Um dómurin stendur við, skal maðurin ikki sita leingi aftrat. Hann hevur sitið varðhaldsfongslaður í 500 dagar, frá 4. mai í fjør til 25. juli í ár. Eftir eru sostatt góðir tríggir mánaðir at sita.
Maðurin skal rinda varafútanum 4.575 krónur fyri klæðini, men dómarin helt kki, at varafútin var so nógv eyðmýktur, at hann hevði rætt til endurgjald fyri tort og sviða.
Tann 42 ára gamli maðurin skal gjalda sakarmálsútreiðslurnar.