Skakandi tíðindi: Nýtt frá Kim Larsen

Brádliga er kunngjørt, at í morgin kemur nýggj útgáva við Kim Larsen, sála.

Í morgin kemur útgáva við nýggjum sangum hjá Kim Larsen, sála.

Kim Larsen doyði 72 ára gamal tann 30. september í fjør. Managarin hevur síðani sagt, at neyvan liggur nakað eftir, og tí er nýtt tilfar ikki væntandi.

 

 

Men í kvøld verður brádliga kunngjørt, at í morgin kemur nýgg útgáva við Kim Larsen, og hansara síðstu sangum; Sange fra Første sal. 

 

 

Heitið sipar til, at útgávan er innspæld í stovuni í íbúðini hjá Larsen. Tað er ikki bólkurin Kjukken, ið spælir, men við sær hevur Kim Larsen sonin Hjalmer, og spælivin sín og managarin Jørn "Ørn" Jeppesen. Upptøkurnar fóru fram frá 29. apríl til 2. mai 2018.

 

 

Danskir miðlar skriva hesi tíðindi í kvøld, og eru greitt tikir á bóli av hesum tíðindum.

 

 

Talan er um 12 sangir og útgávan er 39 minuttir til longdar, har eitt nú sangheiti sum Dagens Mand, Charlie og Den Store Dag eru á.

 

 

Í morgin er útgávan á donskum handilshillum, men longu á miðnátt kann útgávan stroymast á Spotify, og aðrastaðni. Longu nú er fløguhúsin og sanglistin tøkur á youtube.