Skaddur liðformaður

Fleiri HB-viðhaldsfólk mundu stúra nakað, tá tað var greitt, at Rúni Nolsøe ikki var á liðnum móti NSÍ. Vanligi liðskiparin var skaddur, og í løtuni tykist tað nakað ivasamt, um hann verður tøkur til dystin komandi vikuskifti.
- Eg fekk ein lítlan skaða undir venjing mikukvøldið. Eg helt ikki, at tað var so álvarsamt, men tað hevur tað so víst seg at vera kortini, og tí var ikki hugsingur hjá mær at spæla hesaferð.
Ofta plaga skaðar av hesum slagnum at taka sína tíð at lekjast, men kortini, so vil Rúni ikki avskriva seg sjálvan til komandi uppgávuna hjá HB móti TB.
Nú fáa vit at síggja. Eg ætli mær at so at royna at venja í vikuni, og so má støða takast út frá tí. Men sum tað sá út í kvøld, so bilar tað nokk einki, at eg ikki eri við. Spælið í fyrra hálvleiki var í øllum førum nakað av tí besta, sum vit higartil hava víst, so kanska skal eg ikki skunda mær so heilt nógv at verða tøkur aftur, sigur HB-liðformaðurin at enda.
Fyri Rúna var Bárður Johannesen liðformaður.