Tá hálvur tími var farin av dystinum við Djúpumýri fríggjakvøldið, noyddist ÍF-málverjin, Jákup Mikkelsen, at lata seg skifta út, tí hann hevði fingið ein skaða. Ein útskifting, ið sjálvandi ikki hugaði fuglfirðingum, men heldur ikki teimum, ið varða av landsliðnum.
– Eg fekk henda skaðan, tá eg skuldi taka eitt málspark, tí tá føldi eg, ta tað klikti í. Løtu seinni varð eg noyddur at gera eina bjarging og tað gjørdi tað nokk ikki frægari. Eg merkti, hvussu beinið ikki vildi meira, so eg mátti bara lata meg skifta út, greiðir Jákup frá skaðanum, sum ger, at hann enn er nokk so eymur í beininum.
– Enn veit eg ikki við vissu, hvussu álvarsligur skaðin er, tí fysioterapeuturin dugir ikki at siga við vissu enn, hvussu vorðið er. Talan kann annaðhvørt vera um eina fipurspreinging í innarsíðuni á lærinum ella um ein skaða, sum stendst av, at ov nógv hevur staðið á. Ikki fyrr enn í dag ella í morgin kann sigast nakað um, hvat veruliga bagir hjá mær.
Var blivin spentur
Nú føroyska manslandsliðið innan fyri fáar dagar skal spæla tveir EM-dystir ímóti fyrst Slovenia fríggjakvøldið og síðani Estlandi týskvøldið, er tí rættiliga óvist, hvør skal verja føroyska málið.
Gunnar Nielsen, sum annars er fyrstavalið hjá Brian Kerr, er framvegis skaddur, og tí hevur Kerr enn eina ferð sent boð eftir Jákupi Mikkelsen, ið annars ætlaði sær at gevast á heysti í 2009. Men í fjør vóru tvær ferðir boð eftir Jákupi, og nú skuldi hann aftur taka nøkur tøk fyri landsliðið.
– Nú var eg annars ordiliga við at gerast spentur til landsdystirnar, so eg vóni ikki, at talan er um eina fipurspreinging, tí so má eg nokk taka steðg í einar tvær vikur. Og er tað skaðin, so verða eingir landsdystir til mín á hesum sinni, staðfestir Jákup Mikkelsen, ið saman við hinum úttiknu spælarunum skal møta á Svangaskarði í kvøld klokkan seks.
– Hvussu er og ikki, fái eg allíkavæl ikki verið við í fyrstu venjingunum, tí eg skal hava viðgerð. Eg standi eitt sindur í einari bíðistøðu, men vónandi fái eg vant ordiliga í morgin ella mikudagin.
Umframt Jákup, er eisini Rene Tórgarð úr EB/Streymur úttikin sum málverji, men um Jákup ikki fær spælt, verða helst boð send eftir annaðhvørt Tórði Thomsen í B68 ella Meinhardt Joensen í B36.