Erling Dávidsson Jacobsen og Víkingur hava longt samstarvið við einum ári. Tað hevur leingi ljóðað, at HB hevur verið eftir honum, men tað verður av ongum á hesum sinni.
Les eisini: Erling heldur fram í Víking
Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi, váttaði tíðindini stutt fyri jólar, men felagið hevur ikki kunngjørt tíðindini fyrr enn í dag. Erling Jacobsen er tó ivasamur til kappingarbyrjan, tí hann hevur eitt sokalla troyttheitsbrot, ið merkir at hann skal binda frið í seks vikur.
Erling Jacobsen og Atli Gregersen hava verið makkarar í miðverjuni hjá Víkingi í fleiri ár. Erling Jacobsen býr í Havn og er júst blivin pápi fyri aðru ferð. Tí hevur ljóðað, at hann er á veg til HB, og at snøkulin við Víkingi snúði seg um talið av venjingum.
Víkingur hevur í ár fingið tilgongd av Adeshina Lawal frá ÍF, meðan Finnur Justinussen hevur gjørt sáttmála við Fremad Amager. Hann hevur bara spælt fáar minuttir við Víkingi í ár.