Dida, sum annars hevur verið trygt fyrstaval hjá Milan í fleiri ár, hevur í ár mist málverjasessin til Zeljko Kalac. Nú er Kalac skaddur, men tað er tó ikki víst, at Dida verður at síggja millum stólparnar fyri tað. Brasiliumaðurin varð nevnliga skaddur, tá hann sat á beinkinum í dystinum hjá Milan móti Parma. – Dida hevur fingið hald í ryggin, so talan er um heilt álvarsligan trupulleika, sigur venjarin hjá Milan, Carlo Ancelotti, við italskar miðlar.