Skaðar, leikbann og einki mál

Tað er status, eftir málleysa javnleikin millum Atletico Madrid og Chelsea

Einki mál kom í fyrru hálvfinaluni í Champions League millum spanska Atletico Madrid og enska Chelsea. Samanumtikið var Atletico Madrid omaná leikliga, men sjáldan var veruligur vandi á ferð.

 

Chelsea var uttan Eden Hazard, meðan Petr Cech var klárur og byrjaði saman við Fernando Torres, sum er uppvaksin í Atletico Madrid. Fyri Atletico Madrid byrjaði Arda Turan og David Villa á bonkinum.

 

Dysturin varð merktur av, at Petr Cech, málverjin hjá Chelsea, mátti av vøllinum við skaða í økslini. Hann verður ikki tøkur til oddadystin í Premier League móti Liverpool sunnudagin. Í hansara stað kom royndi Mark Schwarzer. Hann spældi ein góðan dyst.

 

Í seinna hálvleiki fekk Chelsea sín seinna skaða, tá John Terry beklaði. Liðskiparin mátti av vøllinum og er ivasamur til dystin sunnudagin.

 

Atletico Madrid vildi hava at Frank Lampard skuldi fáa sítt seinna gula kort í seinna hálvleiki. Hann fekk eitt gult kort nakað áðrenn, sum ger at hann hevur leikbann til seinna dystin. Í rokanum aftaná at Atletico Madrid vildi hava Frank Lampard útvístan, fingu bæði John Obi Mikel og liðskiparin hjá heimaliðnum, Raul Garcia, gult kort.

 

Tað merkir, at teir báðir mugu sita uttanfyri saman við Frank Lampard til retur dystin um eina viku. Chelsea tóktist væl nøgdir við javnleiki og hava nú ein heimadyst at vinna seg í finaluna.

 

Champions League – hálvfinala:
Atletico Madrid – Chelsea 0-0 (0-0)