Tað skaðar álitið og trúvirðið, at almenningurin ikki fær innlit í sáttmálan ímillum privata felagið, CIP og landsstýrið, um Eysturoyartunnilin.
Tað heldur Kristina Háfoss tingkvinna fyri Tjóðveldi.
Enn einaferð skal løgmaður greiða Løgtinginum frá um illa umstrídda sáttmálan.
Kristina Háfoss heldur, at almenningurin má fáa fult innlit í sáttmálan um at gera privata Eysturoyartunnilin.
Tí fer hon nú at spyrja løgmann um hann heldur, at Jørgen Niclasen brýtur lógina, tá ið hann framhaldandi gjalir ein stóra parta av sáttmálanum ímillum landsstýrið og Copenhagen Infrastructure Partners, CIP.
Hon sipar til, at nakað síðani fekk Kringvarpið innlit í sáttmálan, men har varð strikað yvir tað mesta við svartari tussj.
Tað er eingin meining í at geva innlit av hesum slagnum. Heldur er tað at vanvirða innlitsrættin, sigur hon.
Kristina Háfoss spyr, um løgmaður fer at geva almenninginum fult innlit í sáttmálan, og í fundarfrágreiðingar millum landsstýrið og CIP, um so er, at hann heldur, at tað er ólógligt at dylja sáttmálan.
|










