Skaarup vil selja Grønland

1. apríl kom fram, at Peter Skaarup frá Dansk Folkeparti einki hevði ímóti at selja Grønland til USA fyri 1,2 milliardir krónur Talan er sjálvandi um eina aprílsøgu, sum danska gratisavísin MetroExpress kom við 1. apríl í ár. Hesa søgu endurtók Peter Skaarup, tá hann hevði orðið fyri løtu síðani, og segði seg vóna at eingin fór at lata seg forskrekkja av hesari.

Síðani vísti hann, sum øll hini, á, at tað sum bindir londini í ríkisfelagsskapinum saman, er langa felagssøgan. Hann vísti á, at felagssøgan hjá Danmark og Føroyum gongur heilt aftur til 1380, tá Noreg, Ísland og Føroyar vórðu knýtt at Danmark.

- Og henda søgan er nógv týdningarmiklari enn fíggjarligi spurningurin, staðfesti Peter Skaarup. Hann vísti síðani á, at ríkisfelagsskapurin hevur stórt virði og skal varðveitast. Kortini sær hann positivt upp á spurningin um ?selvstyre?, meðan spurningurin um ?selvstændighed? er ein onnur søga.