Fiskivinna
Kvikk lá sum norðasta skip við Kósabrúnna hina leygarnáttina herfyri, tá høgættarstormur leikaði í um landið.
Torleif Sigurðsson, reiðari, sigur, at skipið hevur mist út við 14 fiskidagar av skaðanum, sum stóðst av illveðrinum.
- Skipið lá væl bundið – við nógvum og tjúkkum endum, men kortini sleit skipið fleiri av endunum og rak við hekkuni fyri aftur á stevnið á línuskipinum Klakki, sum lá beint aftanfyri.
Hann sigur, at nakrir av yvirmonnunum vóru komnir til skipið hesa náttina og skuldu flyta skipið burtur, tí ikki var liggjandi.
- Vindurin var nógvur, men tað var serliga tann nógva og stóra aldan, sum kom inneftir vánni, ið gjørdi, at skipið setti so nógv á endarnar.
Torleif sigur, at tá Kvikk hevði slitið og var rikin aftur ímóti stevninum á Klakki, lá Klakkur og ”bukaði” niður í hekkuna á Kvikki.
- Tað vísti seg nevniliga, at tá Kvikk fór niður við aldunum, hevjaði stevnið á Klakki seg uppeftir, og soleiðis lá Klakkur og bukaði niður á hekkuna á Kvikki.
Tað er Stórabeding í Klaksvík, sum hevur umvælt skaðan, og í gjárkvøldið kundi Kvikk loysa aftur.
- Manningin skuldi vera hjá skipinum klokkan 19 í gjárkvøldið, og síðan varð lagt út á hav. Hendan túrin er Tommy Sivertsen skipari, og manningin telir 14, sigur reiðarin.
Í fjør misti Kvikk nógva fiskitíð, tá ið skipið varð longt í Hirtshals.
- Skipið var soleiðis úr vinnu frá síðst í apríl og út í endan av oktober.
Torleif Sigurðsson sigur, at hóast fiskitíðin í fjør var stutt – stívliga fimm mánaðir tilsamans, fiskaði Kvikk kortini fyri út við 8 miljónir krónur.
Sosialurin var á bryggjuni í Klaksvík í gjár, tá ið manningin tók agn og ís, áðrenn loyst varð til nýggjan túr.