Skaðin kostar 10 mió krónur

Norröna kemur ikki í sigling aftur fyrr enn 20. mars, tí tað tekur einar átta vikur at fáa nýggj skrúvubløð

? Bløðini á bakborðsskrúvu eru so illa farin, at tey kunn ikki umvælast. Tað tekur sjey til átta vikur at fáa nýggj bløð, og tí fer Norröna ikki í sigling aftur, fyrr enn 20. mars, segði Óli Hammer, stjóri á Smyril Line, tá Sosialurin hitti hann í telefonini umborð á Norrönu, sum mánamorgunin var tikin upp í dokkinum hjá Blohm+Voss skipasmiðjuni í Hamburg.
? Stálskaðin verður umvældur beinanvegin. Tað arbeiðið verður helst liðugt í næstu viku, og so leggja teir skipið her at bíða eftir skrúvuni, sigur Óli Hammer.
Norröna skuldi eftir ætlan til garantieftirlit seinast í apríl, men hetta verður nú framkundað ? og gjørt, meðan skipið kortini liggur í Hamburg.
Enn er ov tíðliga hjá teimum á Smyril Line at siga, hvat endaligi kostnaðurin verður av at umvæla skaðan, Norröna fekk, tá hon tríggjar ferðir bar við land í Havn 15. januar. Fyribils er skaðin mettur at kosta umleið 10 milliónir krónur.
Tryggingin tekur við øllum skaðan, men reiðaríið heftir fyri eina sjálvsábyrgd upp á 1,5 mió krónur. Harumframt er Smyril Line tryggjað móti intøkumissi.