Skaðin er ikki uppgjørdur enn

Líka síðani ógvusliga brimskaðan í Skálavík hevur verið arbeitt við at gera upp, hvussu nógv tað fer at kosta at gera hann aftur.

Fólk frá Landsverki hava kannað málið, og eru nú í ferð við at leggja seinastu hondina á verkið.

- Eg vænti at frætta aftur frá teimum ein av allarfyrstu døgunum, sigur Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavík.

Annars er John S. Myllhamar úr Skálavík, men búsitandi í Sandavági farin undir ein innsavning av peningi, sum skal fara óskerdur til Skálavíkar kommunu.

Tá gjørt varð upp fyrrapartin í gjár vóru 17.200 krónur komnar inn, men í morgun var krónutalið komið heilt upp á 33.350 krónur.

Henda innsavningin byrjaði mánadagin og fer fram til týsdagin 26. februar kl. 12.