Hundamatsframleiðarin Hill’s Pet Nutrition afturkallar hundafóður vegna ov høgt innihald av D-vitaminum.
Kanningar av fóðrinum hava víst ov høgt innihald av D-vitamin í fleiri sløgum av vátfóðri frá Hill’s Pet Nutrition, og tískil afturkallar amerikanska virkið nú fleiri sløg av hundafóðri í dós. Ov høgt innihald av D-vitamin í fóðrinum kann verða vandamikið fyri hundin.
- Tekin um D-vitamineitran kann vera vánaligur matarlystur, at hundurin fer aftur og at hann oftari er tystur, slevar meira og pissar oftari, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Heilsufrøðiliga starvsstovan viðmælir hundaeigarum at seta seg í samband við djóralækna, um hundur teirra hevur etið vátfóður frá Hill’s Pet Nutrition og hevur tekin um D-vitamin eitran.
Í Føroyum er talan um eitt slag av fóðri, sum keyparin kann liggja inni við, uttan at vita, at nakað er galið við vøruni.
Talan er um vøruna:
Hill’s Prescription Diet Canine i/d 360 g, - vørunummar 8408U - batchkota 09 2020 T27.
Hundamaturin er seldur á Djóralæknastovuni.
- Um tú liggur inni við hesi vøru, skal tú beina hana burtur ella lata hana aftur hagar tú hevur keypt hana, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.









