8 av 13 ymiskum merkjum av vátserviettunum, sum verða nýttir til at vaska pinkubørnum við, innihalda heilsuskaðilig evni og luktilsi, sum kunnu elva til ovurviðkvæmi (allergi). Hetta vísti ein kanning, sum danski stovnurin Miljømærkesekretariatet almannakunngjødi 26. januar 2006. Stovnurin segði tó einki um, hvørjar vørur talan ítøkiliga var um.
Tí hevur kunningarstovnurin Informationscenter for Miljø & Sundhed verið til handils, og stovnurin hevur valt at almannakunngera nøvnini og úrslitini av kannaðu vátserviettunum.
- Á einum av teimum kannaðu serviettpakkunum stendur, at teir eru við ongum anga, ella luktilsi, og kortini vísir tað seg, at teir eru við luktilsi, siger Rikke Petersen, sum er umhvørvis- og heilsufakligt starvsfólk hjá IMS.
- Vanliga ráða fólki frá at nýta vørur við luktilsi til børn, samstundis sum tað er skilagott at halda aftur við haldevnum, sum kunnu geva ovurviðkvæmi, siger Rikke Petersen. Hon leggur tó dent á, at talan í øllum førunum er um góðkend evni, sum ikki eru bannað at nýta í vanligar vørur til húðrøkt og smyrsl.
- Listin er ætlaður at vera ein hjálp til brúkarar, sum ynskja at verja børnunum ímóti evnum, sum eru undir illgruna fyri at kunna elva til ovurviðkvæmi. Við listanum ber til at velja teir serviettarnar frá, sum kunnu vera heilsuskaðiligir, siger Rikke Petersen.
--
Góð ráð
- Brúka vatn og lappa og møguliga eitt lítið sindur av sápu í staðin fyri vatserviettarBrug kun vådservietter som en nødløsning
- Tak ein vátan lappa ella eingangslappa við í einum lítlum posa tá tit fara túr, í staðin fyri várserviettar
- Sápa er sum oftast bara neyðug, tá barnið hevur kukkað. Brúka tá eina milda barnasápu við ongum luktilsi
- Brúka ongantíð vátserviettar í andlitinum, tá teir kunnu innihalda iodopropynylbutylcarbamat, sum eru evni, ið ikki mugu koma í samband við munnin.
Kelda: www.miljoeogsundhed.dk
-
Listin yvir serviettar, sum ikki hava evni, ið kunnu vera heilsuskaðilig
Baby Mini Risk Vådservietter
Baby' O Vådservietter
Pigeon baby wipes fra Apoteket
COOP Soft & Mild
Vaskeservietter fra Matas
--
Listen over serviettar, som hava evni, ið kunnu vera heilsuskaðilig
HUGGIES Wipes Pure gentle cleaning
Natusan Baby Wipes vaskeservietter gentle care
Natusan Extra Care vaskeservietter best ever protection
Natusan Baby Wipes vaskeservietter parfume free
Pampers sensitive
Pusletid vådservietter
Unique vådservietter uden parfume
Vibelle Babyservietter