Skaði fyri umleið 2 milliónir krónur

Shefa-kaðalin má umvælast.

Fyrr í dag boðaði FT NET frá, at brek var komin á samskiftiskaðalin Shefa, aftaná at eitt skip av misgáum var komið í hann við síni útgerð.


Páll Højgaard Vesturbú, stjóri í FT NET, harmast um óhappið, men metir, at brekið ikki ávirkar føroyska brúkaran.


- Sum nú er, so fer uttanlandsferðslan gjøgnum tríggjar skipanir, Shefa, Farice og Cantat. Veitararnir brúka vanliga allar skipanirnar, og sum nú er, so eiga Farice og Cantat at megna ferðsluna, so at brekið ikki ávirkar brúkaran.


Talan er um kaðalin, ið liggur millum Føroyar og Skotland. Tað hevur tó longu eydnast at finna feilin, og vónar stjórin, at hann skjótt verður umvældur.


- Um tað gongur gott, so er Shefa-kaðalin umvældur innan 4-5 dagar, tí skaðin er so mikið nær landi. Í mesta lagi tekur hetta eina viku. Vanligi kostnaðurin av slíkum skaðum liggur um tvær milliónir krónur.