Í Grønlandi hevur Grønlandsfly avlýst alla flúgving í dag, tí ov nógv øska úr gosinum í Grímsvøtnum er í luftini uppi yvir Grønlandi og Norðuratlantshavinum. Tað ber í sær, at umleið 1.000 ferðafólk sleppa ikki á flog í dag, sigur felagið. Men Grønlandsfly ætlar at gera eykaferðir um vikuskiftið, tí roknað verður við, at loftrúmið verður opið aftur í morgin.
Grønlandsfly vónar kortini, at tað fer at bera til at flúgva nakrar innanlandsferðir í Suðurgrønlandi millum Narsarsuaq og Nuuk.