Hjá Skála hava skaðar ivaleyst havt sín stóra part av ábyrgdini fyri tungu byrjanina, sum liðið hevur havt í kappingini.
Einki var tí at ivast í, at skálafólk gleddust um, at menn sum Pauli G. Hansen og Jónhard Frederiksberg nú aftur vóru tøkir hjá liðnum, og við einsamalla málinum sunnudagin prógvaðu teir eisini sítt virði fyri liðið.
Men skaðarnir tykjast á ongan hátt at enda hjá Skála fyri tað. Sunnudagin máttu tríggir spælarar gevast, tí skaðar gjørdu um seg. Arnhold Berg tóktist fáa ein vøddaskaða, tá hann fór av vøllinum. Somuleiðis mátti Vlada Filipovic fara skaddur av vøllinum, og tað sama gjørdi Pauli G. Hansen, og so er spurningurin, hvussu verður við teimum trimum, tá Skála komandi vikuskifti skal til Fuglafjarðar at royna seg.










