Skaðar, útihysing og vánaligur atburður

Friðurin hevur ikki lagt seg síðani London grannauppgerðina millum Tottenham og Arsenal sunnudagin. Tað er nú komið fram, at viðhaldsfólkini hjá báðum liðum kunnu vænta sær útihýsing frá fótbólti í eina tíð.

 

Tað er nú komið fram, at Arsenal viðhaldsfólk sungu sangir av sera grovum slag eftir fyrrverandi framherjanum hjá teimum, Emmanuel Adebayor, sum í ár spælir við Tottenham. Í januar 2010 var Emmanuel Adebayor og landslið hansara, Togo, í Angola til Afrikanska heimstaraheitið, tá bussur teirra varð álopin av monnum sum skutu og drópu fleiri leikarar.

 

Ensk bløð vilja verða við, at Arsenal viðhaldsfólk sungu, at Emmanuel Adebayor skuldi verið skotin í Angola. Tottenham venjarin, Harry Redknapp var eftir dystin í øðini um rópini.

 

Eisini Tottenham viðhaldsfólkini høvdu ringt við at halda sær og róptu millum annað “pedofil” eftir Arsenal venjarinum, Arsene Wenger.

 

Fleiri áskoðarar vóru útvístir frá White Hart Lane meðan dysturin var. Tottenham boðar eisini frá í dag, at teir fara at hyggja øll upptøkutól ígjøgnum og útihýsa áskoðarum, ið hava rópt ókvæmisorð gjøgnum dystin.

 

Fyri Arsenal gjørdist dysturin ikki bara keðiligur tí teir taptu, men franski landsliðsbakkurin, Bakary Sagna, fekk staðfest eitt brot í beininum. Tað merkir at hann fyribils skal halda steðg í áleið tríggjar mánaðir.

 

Sum um tað ikki var nokk, so er Tottenham hjálparvenjarin, Clive Allen,í øðini tí Arsene Wenger ikki vildi taka í hondina á honum eftir dystin. Jú, tað er nakað serligt vi grannauppgerðum.

 

Dysturin endaði við 2-1 sigri til Tottenham.