Skaðar, sjúka og øska í Sarpugerði

Víkingur hevur fingið eina fína byrjan við sjey av níggju møguligum stigum í trimum teimum fyrstu umførunum, meðan EB/Streymur kundi hugsað sær meira enn tey fýra stigini, ið higartil eru komin til høldar.

 

Undan dystinum í kvøld eru bæði lið ávirkað av skaða, sjúku og øsku. Hjá Víkingi er miðverjan helst burtur, tí bæði Niclas Niclasen og Atli Gregersen liggja sjúkir. Harumframt sleppur Hanus Jacobsen ikki til Føroya, tí øskan forðar flogferðsluni.

 

Sama trupulleika hevur EB/Streymur, sum fyri viku síðani hevði stóra gleði av Marna Djurhuus, men ikki fær hann heim hesa ferð. Frammanundan eru Dánjal Davidsen, Brian Olsen og David Udsen skaddir, so teir heldur ikki fáa verið við í kvøld.

 

Liðini møttust í steypafinaluni í fjør, tá Víkingur hevði munin og vann 3-2, men annars skiftust liðini um at vinna á hvørjumøðrum. EB/Streymur vann teir báðar fyrstu landskappingardystirnar 2-0 og 1-0, men Víkingur vann síðsta dystin teirra millum 3-0.