Skaðar níva ikki danska HM hópin

Danmark og Frakland spæla HM-hálvfinalu í dag

Hondbóltur

 

Danir telja niður. Kl. 16.30 í dag skal danska hondbóltslandsliðið spæla tað fjórðu hálvfinaluna, síðani EM í 2006. Hesaferð er talan um HM-hálvfinalu ímóti Fraklandi, sum er olympiskur meistari. Danmark er europameistari, og er talan um eitt satt meistaramøti.

Sambært læknanum hjá danska HM-hópinum, Steen Bo Kalms, so stendur eisini væl til hjá dønum, hvat viðvíkur skaðum: - Tað sær veruliga gott út. Eg havi ikki verið við til endaumfør, har tað hevur sæð so gott út, aftaná 8 dystir. Spælarnir eru væl fyri. Sigur Kalms til danska TV2.

Útsagnirnar hjá Steen Bo Kalms merkja kortini ikki, at onkrir av spælarunum hava smáskaðar. Men Kalms leggur dent á, at hesir spælarnir eru moyrir og eymir, aftaná mongu dystirnar. - Teir eru eymir, men tað er ikki verri, enn tað hevði verið, um vit aðrir høvdu verið úti í urtagarðinum og grivið í nakrar dagar. Hesir spælarnir eru í góðara venjing, og teir tola nógv av, og tað hevur nógv at siga. Sigur danski landsliðslæknin.