Skaðar avgjørdu úttøkuna

Tað gav seg at kalla sjálvt, tá Jógvan Martin Olsen sunnudagin skuldi gera av, hvørji teir 18 skuldu verða, sum vóru við í landsliðshópinum á ferðini til Frakland.
Upprunaliga hevði landsliðsvenjarin tikið út 22 mans til dystirnar móti Litava og Fraklandi, men við skaðanum hjá Óla Johannesen var hetta talið komið niður á 21. Og tað gjørdust so eisini tríggir skaðar, sum settu teir seinastu tríggjar spælararnar eftir.Julian S. Johnsson gav avboð beint undan dystinum móti Litava, og tað eydnaðist ikki at fáa hann kláran undan fráferðini. Og hartil hava bæði Hanus Thorleifsson og Hans Pauli Samuelsen drigist við skaða. Hvørgin teirra var í hópinum, tá dysturin leygardagin varð spældur, og hvørgin teirra varð mettur at vera nóg birgur undan fráferðini til Fraklands.