Óseriøst. Soleiðis skýrir norðoyatingmaðurin Jógvan við Keldu uppskotið hjá Marjus Dam um at tað skal vera ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin, tá hesin letur upp um tríggjar mánaðir.
- Sum grundsjónarmið taki eg undir við, at tað skal kosta líka at koyra allastaðni. Men í samband við Vágatunnilin og seinni Norðoyatunnilin er talan um stórar og dýrar íløgur fyri tað almenna, sigur Jógvan við Keldu. Hann vísir á, at løgtingið hevur samtykt, at partar av Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum skulu fíggjast við brúkaragjaldi, bummpengum. Tí metir hann tað vera beinleiðis óseriøst av Marjus Dam nú at skúgva semjuna til viks og siga, at tað einki skal kosta kortini.
- Hatta er reinur yvirbjóðingarpolitikkur, leggur hann afturat.
Jógvan við Keldu vísir á, at eitt tílíkt uppskot er við til at skaða aðrar útbyggingar av føroyska samferðslukervinum. Latum okkum t.d. siga, at tað hevði borið til at funnið pengar á fíggjarlógini til at fíggja tær 80 milliónirnar, sum semja er um at fíggja við bummpengum, so mangla pengarnir onkra aðrastaðni. Tað vil so aftur seinka øðrum útbyggingum á samferðsluøkinum, t.d. fastum sambandi til Norðoyggjar ella møguliga seinni til Sandoynna.
Tað skal kosta
Norðoyatingmaðurin slær fast, at norðoyingar ikki kunnu vænta líknandi uppskot um ókeypis ferðing gjøgnum Norðoyatunnilin, í hvussu ikki frá sær. Jógvan við Keldu vísir á, at tílíkur framferðarháttur, har ein partur verður fíggjaður við brúkaragjaldi, er vanligur í grannalondum okkara, og tá útgangsstøðið í samband við Vágatunnilin og Norðoyatunnilin frá fyrstan tíð hevur verið, at ein partur skal fíggjast við bummpengum, so eigur at haldast fast við tað, eisini um fíggjaligu vánirnar eru betri nú, enn tá farið var undir arbeiðið.
Tó vísir Jógvan við Keldu á, at tá partafelagið, sum skal reka ávíkavist Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, hevur goldið sína skuld, eiga tunnlarnir at latast landinum. Frá tí degi skal eisini vera ókeypis at koyra gjøgnum teir. Tað vil siga, at inntøkur frá bummpengum úr einum tunnili skulu bara nýtast til at gjalda tann tunnilin við og ikki til nakað annað, t.d. at fíggja ein annan tunnil.