Talan er um eina stóra avbjóðing hjá skaðanevndini, sum skal finna orsøkina til flogvanlukkuna á Stord, ið kravdi fýra mannalív. Og tað ger ikki uppgávuna lættari, at flogfarið er illa farið av eldi. Fyri norska blaðnum Dagbladet.no. greiðir ovasti verkfrøðingurin í norsku skaðanevndini, Kåre Halvorsen, frá um mannagongdirnar í slíkum málum.
- Tað snýr seg um, at halda øllum møguleikum opnum, og at vera til reiðar at melda skjótt og greitt, sigur Halvorsen við Dagbladet.no.
Soleiðis arbeiðir skaðanevndin:
- Skaðanevndin metir um vanlukkuna, í mun til hvat slag av flogfari talan er um og skipanir tess. Atlantic Airways flogfarið var av slagnum BAe 146, og er hetta eitt flogfar, sum í útgangsstøðinum er væl egnað til at lenda á stuttum banum. Í mun til onnur flogfør, hevur tað ongan motor, sum stuðlar uppundir, tá tað skal steðga, og tí hevur tað stóran týdning, at flogfarið hevur góðar aerodynamiskar og mekaniskar bremsur.
- Hetta fara vit at kanna gjølla, og vit vóna, at svarti kassin og ferðmátarin kunnu geva okkum okkurt svar, sigur Kåre Halvorsen.
Svarti kassin funnin
Svarti kassin varð funnin nærhendis halanum á vrakinum og er sendur til kanningar í London. Ferðmátarin kann geva svar uppá, um skipanirnar á flogfarinum riggaðu, sum tær eiga og møguliga, hvat flogskipararnir gjørdu. Ferðmátarin vísir millum annað broytingar í ferðini, hydrauliktrýst, spoilarnir, luftbremsur og um flapsarnir eru settir til, greiðir Kåre Halvorsen frá.
Svarti kassin skrásetir alla samrøður millum flogskiparar og flogovastan.
- Tað skal nógv til, áðrenn ferðmátarin og svarti kassin taka skaða. Teir tola hita upp í 1100 stig í ein hálvan tíma, og eitt trýst á fleir 1000 G. Og halin, har boksirnar vórðu funnar, er ikki brendur, sigur Halvorsen.
Svarti kassin verður helst avgerandi fyri at staðfesta vanlukkuna í Stord. Av tí at stórir partar av vrakinum eru útbrendir, er ómetaliga torført at gera tekniskar kanningar.
- Í útbrendum vrakum er tað torført at fara inn í stýrihúsið at kanna allar innstillingar og gerðir. Flestu skipanir, so sum bremsur og undirstell, eru ofta illa farin av øllum hitanum, sigur Halvorsen.
Trupulleikar fyrr
Báðir flogskipararnir yvirlivdu vanlukkuna, og tí kann skaðanevndin innheinta týðandi upplýsingar frá teimum. Skaðanevndin fer sjálvsagt eisini at avhoyra øll ferðafólkini.
Ein røð av løgnum hendingum hava verið við BAe 146, har eiturgass er likið úr motorinum og út í kabinuna og í stýrihúsið. Gassið hevur tá heilt ella partvíst doyvt flogskiparar og flogternur. Dagbladet.no hevur havt eina umfatandi greinarøð, har fokus varð sett á málið um eiturgass í kabinu og stýrhúsi. Táverandi virkandi leiðarin fyri skaðnevndina, Grete Myhre, at hetta eisini fer at verða kannað í sambandi við vanlukkuna í Stord..
- Vit fara at gera kanningar um eitrandi gass, eisini hóast vit fáa aðrar orsøkir eru sannlíkar. Her kann vera talan um eina aftanfyriliggjandi orsøk. Blóðroyndir verða tiknar av teimum, sum vóru umboð, og royndir fara eisini at verða tiknar av vrakinum, sigur Grete Myhre við Dagbladet.no.
Seks persónar frá skaðanevnindini arbeiða á vanlukkustaðnum, og fáa teir hjálp frá tveimum bretskum havaríserfrøðingum, sum hava serligt innlit í júst hesum slagnum av flogførum. Eisini koma umboð fyri British Aerospace til Stord.










