Skaðafróur Sambandsovasti í Gallupsrúsi - og so pellar hann illa haraftrat

Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
---------
Tað kenst gott, tá tað gongst einum væl - og hampafólk unna einum at gleðast yvir tað. Hinvegin er tað sera ódámligt, tá man sær onkran vísa størri frøi yvir, at tað gongst øðrum illa – og rópar tað út um geilar.
Edmund Joensen kundi ikki halda sær. So skjótur var hann, at blekkið var ikki turt hjá Dimmu við úrslitunum av nýggju veljarakanningini, áðrenn hann smekkaði til.
Í staðin fyri at lýsa sína frøi yvir stóru sambandsframgongdina, hóreiggjar hann sær í skaðafrøi um afturgongdina hjá Javnaðarflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, undir yvirskriftini: »Javnaðarflokkurin og smáflokkarnir gjalda fyri fullveldisdansin«.

Edmund pellar um ríkisveitingina
Hann sigur: »Allir tríggir flokkarnir hava seinastu árini slept sunnari fornuft. Allir hava tikið undir við at skerja ríkisveitingina«. Veruleikin er, at tá ríkisveitingin varð skerd fyri 8 árum síðani av Fullveldislandsstýrinum, atkvøddu Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin ímóti. Afturímóti »gloymir« Edmund, at Sambandsflokkurin hevur verið við til at minka um virðið av ríkisveitingini: Fyrra ABC-samgongan yvirtók nøkur málsøki, sum bar øktar rakstrarútreiðslur við sær - við einum sambandsfíggjarmálaráðharra. Og henda seinna ABC-samgongan hevur eisini nakrar yvirtøkur á skránni í samgonguskjalinum, sum eisini fara at økja útreiðslurnar og harvið minka um virðið av ríkisveitingini í samlaða búskapinum - við sambandsløgmanni á odda.
Fullveldislandsstýrið skerdi inntøkur okkara við 360 mió kr. um árið. Sambandsins landsstýrismaður í fíggjarmálum skar aðrar 380 mió kr burtur av árligu inntøkunum árini 2004-07 í skattalættum. Hesir skattalættar – designaðir av Magna Laksáfoss - vóru Sambandsins ultimativa treyt fyri at skipa samgongu. Tíbetur eydnaðist tað Javnaðarflokkinum sum okkara mótspæl at fáa hækkað inngjaldið til Samhaldsfasta úr 40 upp í 240 mió. kr. um árið – so at útgjaldið til pensjonistar kundi hækka við 2000 kr um mánaðin.
Men hesar syndirnar hjá Fullveldislandsstýrinum og hjá Sambandsflokkinum – skerjingin av ríkisveitingini og skattalættarnir - blivu til 740 mió. kr. um árið - umleið tað, sum manglar í landshúsarhaldinum nú. Tað svíður. Og tí vera ljótar rokningar sendar út til landsins borgarar, fyri at fylla í stóru holini hjá Fullveldislandsstýrinum og Sambandsflokkinum.

Edmund pellar um stjórnarskipanaruppskotið
Hann roynir at hongja stjórnarskipanaruppskotið, sum nú verður viðgjørt í Rættarnevndini, um hálsin á Javnaðar-, Sjálvstýris- og Miðflokkinum sum ein fullveldisgrundlóg. Sannleikin er, at uppskotið varð lagt fyri tingið av øllum nevndarumboðunum hjá Sambandsflokkinum (sum vóru Jaspur Vang og Helgi Abrahamsen), Fólkaflokkinum, Tjóðveldinum, Javnaðarflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, meðan Miðflokkurin ikki tók undir við tí.

Edmund pellar um »fullveldisdansin«
Hann sigur, at tað er okkara luttøka í fullveldisdansinum, sum ger at Javnaðarflokkurin »fær ein frammaná«, og at tað er ongin munur á okkum og so »teimum ekstremu kreftunum í Tjóðveldinum«. Tað er nógv fyri at hoyra. Øll onnur vita, at høvuðsgrundin til at ørvitisætlanin hjá Fullveldislandsstýrinum miseydnaðist, var tann sameinda og eirindaleysa andstøðan frá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum – á tingið og allastaðni í samfelagnum!
Skulu vit tosa um nakran dans í dag, so síggja vit tað javnan í tinginum, tá serliga tvey skurvut makkarapør trína dansin og leggja lokabrøgd móti sínum egnu: Edmund og Tobbi – Magni Laksáfoss og Anfinn Kalsberg. Tær leysu granatirnar, sum Tobbi løðir og Edmund skjýtur beint inn í samgonguna – og ikki minst eftir løgmanni – hava vit sæð nógvar av. Og um eitt av lokabrøgdunum, ið Magni Laksáfoss leggur saman við Anfinn Kalsberg, hoyra vit nógv um í hesum døgum, har teir báðir leggja ætlanir um vitleysar skerjingar í fíggjarlógini, sum fara at sorla vælferðarskipaninar og skjóta samgonguna í stumpar og stykkir.

Veljarakanningin ein sigur fyri tey ríkisfelagshugaðu
Tað er ongin ivi um, at Sambandsflokkurin kann frøast um veljarakanningina. Tað er teimum væl unt. Eg og onnur javnaðarfólk, sum vilja gera alt fyri at fáa okkara flokk uppaftur, har hann hoyrir heima - nøkulunda ájavnt við hinar tríggjar stóru flokkarnar – vit frøast eisini yvir, at veljarakanningin er ein sigur fyri Ríkisfelagsskapin – tann Ríkisfelagsskapin, sum Javnaðarflokkurin fram um nakran annan flokk hevur gjørt til ein tryggan stjórnarrættarligan karm um politiska lívið og dagligu tilveruna í Føroyum.