Phoenix-málið
Jákup Mørk
Hópatals nøvn hjá peningasterkum vinnulívsmonnum hava gingið av mannamunni, nú tosið gongur um, hvør hevur mist og ? ikki minst ? hvussu nógv er mist.
Talan er sjálvandi um Phoenix-krakkið, har tað eftir øllum at døma er so, at eini 100 føroyskar milliónir eru horvnar í fíggjarliga svikinum í fyritøkuni.
Skaðafrøi
- Eg haldi, at tað er ótrúligt, hvussu skaðafró fólk kunnu vera, tá tað gongst øðrum illa.
Soleiðis byrjar ein av teimum, sum vit hava tosað við - men sum ynskir at vera dulnevndu - tá vit spyrja, um hesin hevur mist nakran pening av íløgum í Phoenix.
Svarið til tann spurningin er játtandi, og tað verður eisini staðfest, at talan er um munandi upphæddir.
Ikki minst verður skotið eftir oddagreinini í Dimu týsdagin, har tað millum annað verður sagt »Eingin orsøk er at taka synd í teimum, sum hava mist«
- Sjálvandi er tað altíð ein váði, tá tú setir pengar í íløgur. Og tap kunnu fyrikoma, tá tú handlar. Men bæði eg og nógv onnur við mær, hava havt fult álit á fyritøkuni. Teir hava virkað á týska marknaðinum síðani 1978, og í Danmark hava teir verið virknir síðani 1988 ella ?89. Og øll hesi árini er tað so eingin, sum hevur mist eitt tað einasta oyra ? ikki fyrr enn nú.
- Sjálvur má eg eisini siga, at eg havi fult álit á teimum monnum, sum eg havi samstarvað við, ta tíðina eg havi havt við fyritøkuna at gjørt. Hesir hava alla tíðina verið reellir, og tað eru ikki teir, sum hava nakað við gøluna at gera. Tú skalt minnast til, at tað ikki eru íløgurnar sum so, sum hava verið orsøkin til hetta. Talan er jú um beinleiðis fíggjarundandrátt, sum er framdur av stjórunum, og hetta er kanska muran í okkum menniskjum. Menn mann kann so bara staðfesta, at tað er ótrúligt, at tað hevur gingið so leingi, sum tað veruliga gjørdi, áðrenn svikið varð avdúkað, sigur vinnulívsmaðurin.
Rong tíðindi
Og so fýrir hann annars ikki fyri at staðfesta, at eftir hansara tykki hava bæði viðmerkingar og tíðindaflutningur í samband við máli verið á einum lágum støði.
- Partur av tí, sum hevur verið nevnt í miðlunum, hevur einki sum helst hald havt í veruleikanum. Tað hevur verið tosað um risastórt avkast upp á íløgurnar, men hetta er so ikki nakað, sum eg kennist við. Seinastu tvey árini meini eg, at avkastið hevur ligið um 9-10%, so talan hevur á ongan hátt verið um nøkur ovurhonds stór lyfti.
- Og at hoyra viðmerkjarar tosa um lutfall millum váða og avkast í hesum førinum, er eisini burturvið. Hetta hevur einki við rentan av pengum at gera, men er eitt dømi um, hvussu ógvusligt tað kann gerast, tá talan er um fíggjarligan undandrátt. Tað hava tað jú eisini verið dømi um í bankaheiminum, so hetta eigur ikki at verða nýtt sum dømi um, at pengarnir høvdu staðið betri í bankanum. Hesir menninir hava verið reellir til punkt og prikkar, og tað er so meira enn tað, sum eg kann siga um bankarnar her heima, so eg haldi, at teir skulu ansa sær.
- Tað er jú ikki bara í Phoenix, at fólk hava mist pengar her í Føroyum. Tað hava tey so sanniliga eisini gjørt við skipum og øðrum íløgum. Og tað er bestemt ikki altíð, at tey hava verið serliga væl viðfarin í føroyska fíggjarheiminum, sigur hesin at enda.