Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar í dag frá, at Coop Danmark A/S afturkallar eina sending av turkaðum pasta av slagnum Gemelli 4 COLOR, undir merkinum Coop Smag Forskellen, tí at skaðadjór eru funnin í nøkrum av posunum.
Talan er um posar á 500g, sum hava haldføri til 28. juli 2019. EAN-strikukotan er 7340011357889.
Vøran er seld í føroyskum handlum. Eftir at ein handil hevur boðað frá, at ein kundi fann skaðadjór í einum pakka, hevur Coop gjørt av at afturkallað alla sendingina.
Skaðadjór í slíkum vørum gera hana óegnaða til matna. Tí eigur vøran at koyrast burtur ella latast handlunum aftur.