Skaðaódn í 1984

Fyri 25 árum síðan:

Sosialurin 24. januar 1984 skrivar um ódnarveðrið sum leikaði í sunnunáttina og sunnudagin 22. januar og sum kostaði nógvar milliónir krónur.


Í blaðnum eru fleir myndir úr Vágsbotni, har tað var eitt øgiligt sorl og eystari moli í Havn fekk heilt stóran skaða og øll skipini sum lógu við molan slitu og Bakur hjá Skipafelagnum rak inn á Skinnarasker innanvert Tinganes. Sjúkrabáturin Reyði Krossur sleit og rak inn í krókin í Vágsbotni.

Flotbrúgvarnar fingu skaða, og fleiri bátar sukku.


Tað var ikki bara í Havn at nógvir skaðar vóru, eisini við fleiri havnir og havnaløg kring landið fingu stóran skaða.