Skúvoyingar hava nú havt grannastevnu, har teir einmælt hava samtykt at friða lundan tey næstu trý árini.
Lundi og svartfuglur yvirhøvur hevur ikki havt sínar bestu dagar seinnu árini, og nú hava skúvoyingar so tikið hetta stig til tess at gera eina roynd at bøta um støðuna.
Í øðrum bygdum eru líknandi friðingartiltøk áður - og av eintingum - sett í verk, og eitt nú avgjørdu nólsoyingar fyri nøkrum árum síðan eisini at friða lundan.
Í fjør summar varð loyvt aftur at fleyga lunda í Nólsoy, men aftur í ár hava nólsoyingar gjørt av at friða lundan - í eitt ár aftrat fyribils.










