Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, hevur arbeitt við málinum um oljuflutning til Skúvoyar, soleiðis at tað slepst undan at flyta oljutunnur til oynna. Ein loysn er nú funnin á málinum.
Øll olja til privatu húsarhaldini í Skúgvi, hevur higartil verið flutt sjóvegis í oljutunnum til bygdina. Samstundis hevur SEV oljugoymslu á staðnum, sum verður brúkt til orkuverkið í oynni.
Innlendismálaráðið hevur gjørt avtalu við SEV, Magn og Skúvoyar kommunu, soleiðis, at húsarhaldini kunnu fáa olju úr oljugoymslunum hjá SEV á staðnum, og at oljan síðani verður koyrd til hvørt húski/ hvønn oljutanga í bygdini.
Innlendismálaráðið hevur í hesum sambandi játtað 400.000 kr. í stuðli til kommununa til akfar til oljuflutning (mobila pumpistøð).
Henda loysn er samstundis ein umhvørvisvinarlig loysn, og bygdarfólkið fær harumframt somu góðu tænastu, sum fólk á meginøkinum.