Tað var gleðisrómur í oynni, tá fíggjarlógin fyri 2009 varð samtykt. Aftaná ótolandi havna og samferðsluviðurskifti í mong ár. Aftaná at skiftandi kommunustýri høvdu stríðst og strevast fyri nýggju havnini. Aftaná støðuga afturgongd í fólkatalinum í nógv ár, sá loksins út til at vón var fyri stavn. Nú skuldi vónin aftur flotast, tí nú varð peningur settur av á landsins fíggjarlóg av einum samdum løgtingi. Við c-átekningi kundi ikki vendast við aftur og hart tiltrongda havnin skuldi gerast veruleiki.
Ella er tað ikki so? Tí hóast samt løgting hevur samtykt fíggjarlógina, so ljóðar nú í fjølmiðlunum, at okkara nýfødda gleði og lívæðr, komandi havnin í Skúgvi, skal takast frá okkum aftur. Ongin sum spyr seg fyri hjá okkum. Ongin sum hugsar um hvussu nógv hesar støður, sum vera tiknar í Havn, kunnu ávirka okkara vón um framtíðina. Okkara møguleika sum partur av føroyska samfelagnum.
Vit góðtaka ikki at vera slongd sum tongul í brimi, av politiska sirkussinum í Føroyum. Tað má og eigur at bera til at hava álit á løgtingslógum, samtyktum av samdum Løgtingi, annars hevur føroyska fólkaræðið ein stóran trupulleika. Í hesum føri, snýr tað seg um ein lítlan og orkuveikan part av samfelagnum, sum í fjølmiðlunum sigst missa vunnin rættindi. Rættindi sum onnur økir í landinum taka fyri givið, men sum hjá okkum, gjørdust fyrstu fetini inn í framtíðina við samtyktu játtanini á fíggjarlógini 2009.
Enn er vónin ikki farin í kav, her í Skúgvi. Uttan mun til hvat fjølmiðlarnir borðreiða fyri okkum, so vóna og vanta vit at Skúvoyingar eiga onkran góðan í politisku skipanini í Føroyum. So mikið av áliti hava vit á rættarsamfelagið Føroyar.