Skúvoyingar bjóða til stevnu

Hesi seinnu árini hevur verið vanligt, at tey sum hava áhuga fyri støðuni á útoyggjunum og annars bygdamenning, hava hitst eina ferð um árið til eina serstaka útoyggjastevnu.


Hesar stevnur hava eydnast sera væl, og rættiliga nógv fólk hevur leitað sær til hesar stevnur, hóast - ella kanska júst tí at!- tær hava verið á útoyggj.
Aftur í ár er ætlanin at hava eina slíka stevnu. Hon verður hildin í Skúgvi leygardagin 15. juli.
Í hesum sambandi ætla fyrireikararnir at geva út ein bókling í A5-stødd, har ein í fyrsta lagi fer at prenta skránna fyri stevnuna. Hinvegin er ætlanin somuleiðis at hava annað tilfar um vertsoynna við í bóklinginum. Ætlanin er at bóklingurin skal prentast í eini 500 eintøkum.