Skúvoy ? ein søgulig náttúruperla

Skúvoy er ein av okkara perlum. Bygdin er vøkur og oyggin, sum er væl vallað, hevur borið nógvan fugl og ber nógvan seyð. Men hetta er ikki nóg mikið til, at fólk støðast í oynni, nú krøvini til tilveruna ? útbúgving og arbeiði ? eru so stór

Skúvoy

Tað er hugnaligt og áhugavert at vitja á eini útoyggj ? ikki minst, har tú ongantíð hevur verið áður. Soleiðis var tað við stórum áhuga, at eg pakkaði skjáttuna og fór til Skúvoyar seinasta leygardag, nú høvi endiliga beyðst.
Ríka fuglameingi og søguligu støðini á hesi oyggj hava altíð hugtikið, og nógvir túrar kundi verið gjørdir út hagar, áðrenn tú keddi teg har úti.
Har baldist Sigmundur Brestirson fyri 1000 árum síðan, og har verður hildið, at hann liggur grivin saman við øðrum skúvoyingum í Ólavsgarði. Var Sigmundur líka stórur í vavi, sum svørurin omaná vøllinum er, var hann avgjørt ikki nakar píningur! Steinurin við krossmerkinum, sum stendur við endan á grøvini, er ein partur av leivdunum frá fornari tíð.
Ein vitjan norður í Dal, Fagradal, har Rannvátoft og Rannvákelda eisini boða frá síni søgu, er hugtakandi, og tú kennir teg afturi í tíðini, tá ið mannavirðið var lítið millum tey ráðandi.
Sambært skaldsøguni hjá Dagmar Joensen-Næs, er Rannvá eisini grivin í Ólavsgarði, sum er fyrsti kristni kirkjugarður her á landi.

Vøkur bygd

Skúvoy er ein av okkara perlum. Bygdin er vøkur og oyggin, sum er væl vallað, hevur borið nógvan fugl og ber nógvan seyð. Men hetta er ikki nóg mikið til, at fólk støðast í oynni, nú krøvini til tilveruna ? útbúgving og arbeiði ? eru so stór.
Skúvoyingar harmast um, at bjargafuglurin hevur verið so illa fyri og vónirnar um, at árið í ár verður betur enn tey undanfarnu, eru einki serligar, tí hildið verður ikki, at náttúruviðurskiftini eru til vildar.
Í Skúvoy hava tey bæði lomvigu, lunda og skráp, men hetta eru alt fuglar, sum liva av nebbasild. Tá ið lítil og eingin sild er við landið, spyrst lítið burtur úr fuglinum, sum noyðist til havs eftir føðini. Slík ár kemur sjáldan nógv undan, og hetta kann skapa eina ringrás sum gongur útyvir fuglastovnin.
Skúvoy ber einar 1000 áseyðir, harav einir 600-800 seyðir verða tiknir á hvørjum heysti.
Eingin kúgv, kálvur ella hestur er í oynni í løtuni.

Framtíðin

Tað er ilt at siga, hvussu framtíðin hjá eini bygd sum Skúvoy sær út, men útlitini eru ikki góð.
Færri enn 40 fólk búgva í oynni, og skúlabørnini eru bert tvey í tali, umframt barnið, sum lærarinnan sjálv eigur.
Sum skilst, verður lærarinnan ikki verandi í oynni komandi skúlaár, og haraftrat fer tað eina av hinum báðum børnunum úr barnaskúlanum og í framhandsdeildina. Ætlanin er tó, at hesin næmingurin gongur 8. flokk í Skúvoyar skúla.
Eingi onnur børn í skúlaaldri eru í Skúvoy.
Í bygdini er handil og har er eisini posthús. Elverk er í oynni, og ein maður tekur sær av postbátinum, tá ið hann kemur og fer.
Skúvoyingar eru sum heild vælnøgdir við ferðasambandið, sum er millum Skúvoy og Sand við Sildberanum.
Hendan dagin, vit vitjaðu Skúvoy, runaði hann eitt sindur í sjónum, og tann eina túrin sleit Sildberin ein av trossunum, meðan hann lá við bryggjuna. Tó siga skúvoyingar, at fáir dagar eru um veturin, at einki sjóvegis samband er millum Skúvoy og Sand, men eru líkindini vánalig, er neyðugt at taka hædd fyri ættini og sjóvarfallinum.

Bátahylurin

Tað eru ikki so nógv ár, síðan skúvoyingar fingu bátahyl, men sum skilst, er hesin ikki til stóra nyttu, tí sjáldan er ráðiligt at hava bát liggjandi í hylinum.
Hóast summar er, var ikki komandi inn í hylin hjá glastrevjabáti allan leygardagin, og tá kann ikki sigast, at hylurin er nóg góður.
Men, sum skúvoyingar siga, er hann betur enn eingin hylur?
Ein stórur trupulleiki hjá skúvoyingum í dag, er oljan til húsarhaldini, sum kemur til bygdina í tunnum.
Hjá okkum, sum koma av fastlandinum, er tað óskiljandi, at hetta skal vera neyðugt í dag.
Elverkið í bygdini hevur tangar og olju, og tað tykist undarligt, at ikki ber til at samstarva um, at húsarhaldini fáa olju haðani við einum minni bili, sum kann fylla á tangarnar, sum hóast alt ikki eru so nógvir í tali. Í øðrum kommunum er ikki ókent, at oljufeløgini samstarva um goymslur, og tað átti eisini at borið til hjá elfelagnum at samstarva við skúvoyingar um olju.